Ólavur Riddararós
(专辑: Eric The Red - 2003)
Hvørt skal tú riða, Ólavur mín Á lofti hongur brynja tín Tú fer ikki at veiða tað hind Men tú fer til tína leikalind Hvít er skjúrtan, val er hon tvigin Í blóði verur hon av tær drigin Ólavur snúðist síni móður frá Gud gevi ikki ganga sum mær er spáa -Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Ólavur ríður eftir bjørgunum fram -Kol og smiður við Fann hann upp á eitt álvarann -Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Út kom eitt tað álvafljóð -Kol og smiður við Flættað hár á herðar dró Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Ver vælkomin Ólavur Riddararós -Kol og smiður við Tú gakk í dans og kvøð fyri oss Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Tú tarvt ikki flætta títt hár fyri meg -Kol og smiður við Eg eri ikki komin at biðja teg Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Eg kann ikki meira hjá álvum vera -Kol og smiður við Í morgin lati eg mítt brúdleyp gera Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá -Kol og smiður við Ella vil tú í morgin til moldar gá Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Hon skonti honum í drykkjuhorn -Kol og smiður við Har fór í tað eiturkorn Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig Ólavur studdist við saðilboga -Kol og smiður við Hann kysti tá moy av lítlum huga Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv Dansið lystilig